Henda virkisætlanin er strategiska samstarvsskjalið hjá Norðurlendska ráðharraráðnum um skerdan virkisførleika. Tað hevur gildi fyri alt ráðharraráðið og hevur trý fokusøki:
Mannarættindi
At stimbra og styrkja arbeiðið á landsstigið at fremja hetta í verki og hava eftirlit við, um ST-sáttmálin um rættindi hjá fólki við skerdum virkisførleika verður hildin.
Burðardygg menning
Gjøgnum algilt snið av ymisligum umhvørvi at styrkja inklusjón, fáa í lag javnstøðu og virka ímóti, at mismunur verður gjørdur á fólki við skerdum virkisførleikum í øllum pørtum av norðurlendska samfelagnum við at bregda virkisførleikaskerjing inn í arbeiðið við burðardyggari menning.
Frælst flytføri
At fáa í lag frælst flytføri og at niðurlaða marknaforðingar, sum serliga tarna fólki við skerdum førleika.
Virkisætlanin er í gildi frá 2018 til 2022.