Samstarvsráðharrarnir avgjørdu 27. oktober 2005, at gerast skal ein ótrey-tað kortlegging av støðuni hjá sjálvstýrandi økjunum og arbeiðsmøgulei-kum teirra í norðurlandasamstarvinum. Sambært arbeiðssetninginum (fylgiskjal 1) skal kortleggingin vera við atliti at løgfrøðiligum og verkligum spurningum, sum luttøka hjá sjálvstýrandi økjunum í norðurlandasamstarvinum reisir. Í tí liggur at kanna, hvussu luttøkan hjá sjálvstýrandi økjunum í norðurlandasamstar-vinum undir Helsingforssáttmálanum er í verki, hvørt verandi møgulei-kar fyri luttøku verða fullnýttir, og hvørjar forðingar kunnu vera.