Tað er ein røð av umhvørvisavbjóðingum sum mugu takast í álvara – nationalt, regionalt og globalt. Her verður serstakliga hugsa um umhvørvisbroytingar, nýtslu og útlát av veðurlagsgassum, verju av havsins vistskipanum og harumframt varðveitslu av lívfrøðiliga margfeldinum. Tað er neyðugt at styrkja samstarvið millum norðanlondini soleiðis at tøka tilfeingið verður troytt mest møguligt og eisini fyri at finna fram til felags loysnir. Norðanlondini hava sum stevnu at ganga á odda innan umhvørvisøki og at vísa øðrum á sínar royndir. Vitanin um at okkara nýtslu- og framleiðslumynstur spælur ein týðandi leiklut fyri umhvørvisstøðuna, eigur at hava við sær at búskapur og umhvørvi verður hugsað saman framyvir