Henda rammuskrá er eitt stýringaramboð fyri norðurlendska samstarvið um fiskiskap og havbrúk, landbrúk, matvørur og skógbrúk 2009–2012 innan fyri Norðurlendska Ráðharraráðið og arbeiðsbólkarnar undir ráðnum. Tað vendir sær eisini til aðrar samstarvsfelagar og kann verða nýtt til kunningar. Formansskráin fyri tey einstøku árini millum 2009–2012 útgreinar rammuskránna og skoytir ymist uppí. Hesi báðir partar eru virkisskráin fyri samstarvið.