Fræ til íblásturs
Eitt fræ er lítið, elalítið. Skalið á tí fjalir byrjanina til lív. Undir teimum røttu umstøðunum kann eitt fræ gerast til vøkstur, sum vit kunnu eta, byggja okkum býli úr, virka til klæði, brennievni og nýta til fóður. Vøkstur, sum er týðandi fortreyt fyri, at vit kunnu liva á jørðini.
Tað er sera áhugavert at eygleiða eitt fræ, at síggja tað spakuliga spíra og senda sínar spírar ímóti ljósinum, meðan tað festir sínar røtur niðri í jørðini.
At fáa mold á hendurnar og eina grundleggjandi vitan um, hvussu tú kanst velta grønt og korn, er spennandi.
At fata sambandið millum mat, lívfrøðiligt margfeldi og veðurlagsbroytingar er av størsta týdningi.
Tað er við hesum í huga, at NordGen hevur gjørt hesar frálærupakkarnar til barnagarðar, forskúlar og grund- og miðdeild fólkaskúlans fyri at geva børnum íblástur til at læra um mat og urtagarðsarbeiði við at arbeiða við moldini.
Tíverri er veruleikin tann, at børn í dag vaksa upp í einum heimi, sum er undir trýsti á fleiri økjum -veðurlagsbroytingar, áhaldandi minking av okkara lívfrøðiliga margfeldi. Heimsumfatandi umfarssóttin, Covid19, kríggið í Ukraina hava eisini fingið okkum at steðga á og hugsa um týdningin av matvørutrygd og, hvussu óheppið tað kann vera, at innflutningur hevur so stóran týdning fyri okkum. Tí er grundleggjandi vitan um at velta grønt og korn til matna av størri týdningi enn nakrantíð áður.
Sum vitanarberin av ílegumargfeldi í Norðurlondum, vil NordGen stroya um seg – sáa – upplýsing um lívfrøðiligt margfeldi, sum er týdningarmikið fyri jarðarbrúk og skógarbrúk í Norðurlondum. Hetta er so okkara máti at sáa vitan – vónandi verður hetta stuttligt og ein kelda til íblásturs.
Okkara vón er, at tað verður sera gevandi og skemtiligt fyri teg at læra næmingar tínar grundleggjandi førleikar í at velta grønt og korn til matna. Far til verka! Lat børnini spæla sær og royna seg, lurta eftir teirra kjaki.
Men mest av øllum skal tað vera stuttligt!